Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vágatíðindi

Tey sum ganga og renna hálv maraton møta kl. 9.30 á Giljanesi, farið verður við bussi kl. 10.15 til Gásadals, starturin er kl. 11.

Rutan runnið verður sæst á kortinum.

Frávik er tá runnið/gingið verður niðan úr Sørvági til flogvøllin, tá verður runnið eftir gamla vegnum og framvið terminalinum, yvir ímóti P2 parkeringsøkinum og síðan yvir til gamla vegin oman til Vatnsoyrar og harfrá út aftur á landavegin.

Tá komið verður til Sandavágs, verður runnið til kommunuskrivstovuna og høvðusinnkoyringina til Sandavágs, beint tá komið er um brúnna verður dreya til høgru og fram við ánni og fótbóltsvøllinum yvir til kirkjuna har málið er. Vaktarfólk standa við tey støð har frávig eru frá landavegnum.

Tey sum ganga hálv maraton fara, tá komið er til Vatnsoyrar, niðan eftir Vatnsdalsbrekku, sí kortið, og eftir Vørðunum til Miðvágs, tá komið er oman ímóti bygdin verður gingið eftir Nesavegnum og oman á Giljanes, og harfrá somu leið sum rennarnir til komið er á mál.

Luttakarnir til heilsurenning møta við Grøna SAR bygningin omanfyri omankoyringina til flogvøllin kl. 11 til skráseting, farið verður til gongu kl. 11.30 tá Vatnavegurin steingir, sí rutuna á kortinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo