Eg havi broytt meining um nógv. Men ikki um, at eg havi rætt
- Ashleigh Brilliant

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tað var sum skilst ongin dramatikkur tá fangin, sum um fimm tíðina í gjár rýmdi úr varðhaldinum í Mjørkadali, fyri løtu síðani varð tikin.

Maðurin var næstan komin allan vegin til Kaldbaks til gongu, tá hann varð sæddur, og stutt eftir sat hann í einum politibili, og er nú ávegis til Havnar.

Vakthavandi á politistøðini veit ikki meira um umstøðurnar í skrivandi løtu.

- Vit hava júst fingið boðini ígjøgnum sendaran, teir róptu, at teir "høvdu hann", og hann situr nú í bilinum og er á veg til Havnar. Tað ljóðar ikki, sum tað var nakar dramatikkkur, sigur vakthavandi við VP.

Maðurin slapp til rýmingar í gjár, tá hann sum skilst var komin soleiðis fyri, at hann bara skuldi hoppa upp um eitt hegn, so var hann ikki longur innilæstur. Tað valdi hann at gera, og vekk var hann.

Leitað var til seint í gjárkvøldið, og aftur í morgun varð leitað við hundi. Bjargingarfeløg úr Havn og Kollafirði vóru við í leitingini.

Ein áhugaverdur spurningur var sjálvandi, um maðurin var vandamikil. Politiið vildi ikki avvísa, at tað kundi hann vera, tí hann sat ein dóm uppá yvir 5 ár fyri vápnað rán, sum hann hevði framt í Danmark.

Um tað málið skrivaði Børsen hetta

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann