Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
Vinna

Tvær flogternur hjá JetBlue hava reist sivilt sakarmál móti amerikanska flogfelagnum og tveimum av flogskiparunum í einum dómstóli í New York í vikuni.

Flogternurnar siga at tær vóru dopaðar av teimum báðum flogskiparunum í Puerto Rico í fjør, og at annar av flogskiparunum neyðtók aðra av flogternunum umframt eina aðra av starvsfólkunum hjá JetBlue, skrivar The New York Times

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo