Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Onnur tíðindi

Morgunsendingin hjá útvarpinum hevði í morgun samrøðu við Jógvan Páll Lassen, advokat, um hvørjar lógir og reglur eru galdandi fyri gongd í føroysku fjøllunum.

Staðfest varð millum annað, at helst er ongin ivi um, at øll kunnu ganga ímillum bygdir eftir gomlu bygdagøtunum.

Men tá farið verður av bygdagøtunum er neyvan nakar ivi um, at hetta bert kann gerast við loyvi frá bóndum ella teimum, sum varða av jørðini.

Spurningurin er tó, hvussu tungt siðvenjan ígjøgnum nógv ár vigar, tí føroyingar hava altíð gingið nógv í fjøllunum. Tað er helst neyðugt við einum rættarmáli um tað, so ein úrskurður fæst, segði Jógvan Páll Lassen.

- Mær vitandi hevur onki slíkt rættarmál verið, segði hann.

Lurta eftir samrøðuni her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo