Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Útlendis ítróttur

Landsliðsvenjarin hjá Onglandi, Sam Allardyce, verður kannaðu av fótbóltssambandinum eftir at hann gav einum følskum firma ráð um, hvussu slepst undan flytingarreglum í enskum fótbólti fyri at tjena pengar, skrivar VG.

Sjálvur skal venjarin hava fingið einar 4 milliónir krónur fyri ráðini. ´Tað skrivar bretski miliðin The Telegraph í gjárkvøldið.

Miðilin hevur kannað mutur í enskum fótbólti teir seinastu mánaðirnar og hevur hitt landsliðsvenjaran fleiri ferðir við fjaldum kamera. 

Eftir avdúkingarnar hevur enska fótbóltssambandið sett í verk eina kanning og biðið miðilinum øll prógvini sum eru í málinum. Tað skrivar Sky Sports á síni Twitter-konto.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo