Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Tað er samband millum dagliga juice-drekking og øktan vanda at fáa ávísar krabbameinssjúkur.

Tað vísur nýggj fronsk gransking, skrivar CNN.

Í roynd og veru skal tað ikki meira enn 100 millilitur juice, sum svarar til ein triðing av innihaldinum í eini sodavatnsdós, um dagin til fyri, at vandin fyri at fáa krabbamein økist við 18 prosentum, meðan vandin fyri at fáa bróstkrabba økist við 22 prosentum.

Tað ger ongan mun, um drukkin verður rein, natúrlig fruktjuice, juice við sukuri ella bara vanligt sodavatn. Skaðiliga árinið er tað sama.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo