Arbeið hart 8 tímar um dagin, so kemur tú helst í stjórasessin - og mást arbeiða 12 tímar um dagin
- Robert Frost
Onnur tíðindi

Politiskt valda umboðið hjá Sambandsflokkinum í KVF-stýrinum er strikað á yvirlitinum yvir stýrislimir, og VP hevur spurt á røttum stað, hví ikki tann sjeyndi limurin er komin aftur í stýrið, men enn er ikki nakað svar komið.

Yvirlitið sæst - trýst her

VP spurdi fyrst stýrisformannin um, hví stýrið bert telur seks limir nú, og formaðurin svarar, at tað er Mentamálaráðið sum tilnevnir stýrið.

Sami spurningur er sendur Mentamálaráðnum, sum ikki hevur svarað enn.

Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen sigur við VP, at Sambandsflokkurin hevur sín stýrislim kláran, men hevur einki hoyrt frá Mentamálaráðnum.

Bárður á Steig Nielsen heldur at tað er sera óheppið at KVF-stýrið bert telur seks limir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo