Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Politikkur

Sambandsflokkurin er stóri vinnarin í nýggjari kanning sum Gallup hevur gjørt fyri KVF og VP. Frá valinum í 2015 er framgongdin 5,3 prosent til 28,8 prosent í kanningini.

Við stóru framgongdini, sum uttan iva kemst av nógva tosinum um loysing, fær Sambandsflokkurin fólkatingsmannin aftur, sum flokkurin misti á valinum í 2015.

Flokkurin, sum hevur størstu afturgongdina frá valinum í 2015, er Tjóðveldi. Talan er um eina afturgongd á 2,9 prosent, úr 24,5 prosentum á valinum í 2015 til 21,6 prosent í nýggju kanningini.

Javnaðarflokkurin varðveitir sína støðu frá 2015, og fær hin fólkatingsmannin sambært nýggju kanningini hjá Gallup. Í 2015 fekk Javnaðarflokkurin 24,3 prosent á valinum og fær flokkurin tað sama í nýggju kanningini.

Tað er ikki nakar markantur munur í úrslitinum hjá Fólkaflokkinum, sum hevur eina afturgongd á 0,2 prosent. Flokkurin fekk 18,8 prosent á valinum í 2015, og fær 18,6 prosent í veljarakanningini nú.

Gallup hevur spurt fólk í tíðarskeiðnum 18. - 21. mai 2019. 543 tilvildarliga útvaldir persónar, 18 ár ella eldri, hava svarað í kanningini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo