Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Hugsjónarligt bland tykist verða komið í kjakið, um hvørt vit framhaldandi skulu gjalda bummgjald at koyra í undirsjóvartunlum í Føroyum.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, ið til allar tíðir hava gingið inn fyri at fíggja samfelagið alt við at leggja skatt á lønarinntøkur, halda nú fast við at kostnaðurin av at reka tunlarnar skal ikki gjaldast yvir skattin, men skal krevjast inn umvegis brúkaragjald.

Fólkaflokkurin og Sambandið hinvegin, sum hava arbeitt fyri at fíggja størri part av samfelagnum við brúkaragjøldum, síggja út til at ganga frá hesi hugsan í hesum máli, og vilja hava kostnaðin at verða fíggjaðan yvir lønarskattin.

Vágafólk og norðingar kenna seg svikin í hesum máli, tí at tey halda at teimum varð lovað, at tá tunlarnir vóru skuldarfríir, skuldu tey koyra ókeypis gjøgnum tunlarnar. Um tað er so at teimum varð lovað hetta taki eg ikki støðu til, men kennir nakar til brotin lyftir og brostnar væntanir, so eru tað vit í Sandoynni sum fingu lovað ein tunnil, fyri síðani at missa hann aftur.

Eg haldi at hetta mál krevur eina loysn, sum allir partar landsins kunnu liva við.

Mítt boð er, at alt sum eitur innanoyggja samferðsla verður lagt í eitt felag, Samferðslufelag Føroya.

Hetta felag skal hava undir sær rakstur og íløgur av innanoyggjasigling, tunlum, vegum, brúm, byrgingum og undirsjóvartunlum.

Allar útreiðslur í samband við samferðslu, skulu takast út úr fíggjalóg landsins, og leggjast til felagið at reka.

Eg eri fyri brúkaragjøldum og lægri skatti, so eg haldi at felagið skuldi fingið heimild at kravt gjald fyri brúk av ognum felagsins, umframt vektgjald, til at fíggja rakstur og íløgur felagsins.

Øll umsiting av verandi tunlum og vegum, nevndir, Strandfaraskip landsins og hesin partur av Landsverk skuldi verið avtikin, og virksemið lagt undir Samferðslufelag Føroya, og felagið skuldi fingið loyvi at sett ognirnar í veð fyri lántøku til stórar verkætlanir.

Soleiðis høvdu vit fingið eitt sterkt felag, sum til eina og hvørja tíð kundi farið undir eina stóra verkætlan sum eitt nú Suðuroyartunnilin.

Soleiðis høvdu vit fingið eina samferðsluskipan, sum javnstillar borgarar landsins við ferðakostnaði, og samstundis høvdu vit spart eina rúgvu av pengum ið fer til umsiting av smáum stovnum í dag.

Soleiðis høvdu vit fingið eina samferðsluskipan, sum ikki hevði verið tengd at vælvilja frá politikkarum, fyri at brúka pengar til eitt nú viðlíkahald av vegum, tunlum, skipum, brúm og øðrum.

Soleiðis høvdu vit sloppið undan æviga drepandi politiska bardaganum, har fólk og øki í landinum verða sett uppímóti hvør øðrum, tá politikkararnir flyta játtanir til og frá skipum, tunlum og vegum.

Samferðsla kostar, og onkur skal betala.

Óansæð hvussu vit fíggja samferðsluskipan okkara, so eru tað vit 50.000 fólk og okkurt hissini ferðafólk ið skal fíggja gildið.

Eg haldi at hetta hevði verið besta skipanin uppá sikt, serliga fyri at tryggja at ein Suðuroyartunnil gerst veruleiki innanfyri 10-15 ár. Skulu politikkarar til at finna 1-2 mia kr á fíggjarlógini til hendan tunnilin, verða tað ikki 10 ár men 50 ár, áðrenn hann verður veruleiki.

Men hetta krevur politiskt handalag at fáa semju um, og hevur tað alstóran týdning at arbeiðið verður sett í verk sum skjótast at finna hesa semju. Breitt politiskt, eins og við Eystur- og Sandoyartunlunum.

Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo