At vera eitt sexsymbol er ein tung byrða at bera, serliga tá ein er móð, særd og ørkymlað
- Marilyn Monroe
Lesarin skrivar

Poul Michelsen deilir út aliloyvini,

Høgni Hoydal deilir út fiskiloyvi og kvotur,

Aksel V Johannesen sleppur at vera Løgmaður

og 17 tingfólk sleppa at trýsta á grøna knøttin tá Aksel, Poul og Høgni nikka.

• Landsstýrismaðurin hjá Framsókn hevur við lóg (kunnger) kravt at allur fiskur aldur á firðum í Suðuroynni, skal upp á land og víðariviðgerðast í Suðuroy.

• Landsstýrismaðurin hjá Framsókn hevur givið Bakkafrost (80% útlendskur kapitalur) einkarætt til øll aliloyvi í Suðuroynni

• Landsstýrismaðurin hjá Framsókn hevur givið almenna partafelagnum Atlantic Airways (100% almennur kapitalur) loyvi til at byggja og reka hotell í høvuðsstaðnum, í beinleiðis kapping við privatar.

Fór inn á heimasíðuna hjá Framsókn fyri at vita, um eg hevði misskilt hvønn týdning liberialisma hevur.

Avrit frá heimasíðuni hjá Framsókn:

Liberialisman
Vinnuligt frælsi

Vínnulívið skapar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum og skal sum høvuðsregla rekast í privatum høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðsuppgávan er at tryggja, at vinnan er burðardygg.

P/F Kósin Seafood
Kósin er eitt av mest framkomnu virkjum í landinum. Fiskurin sum kemur inn á Kósina verður viðrisøktur av um 150 røskum arbeiðsfólkum. 100% av fiskinum verður framleiddur til virðisøktar fiskavørur.

Kósin Seafood ætlar at gera eina íløgu á 40 mill kr. í Kósavirkið, fyri at verða uppaftur betri til at virðisøkja fiskin, og verða virkisfúsið og kappingarført á alheims marknaðinum. 

Fakta er at JFK og Kósin Seafood rindar hundraðtals milliónir kr. í landskassan árliga. Tað verði seg sum tilfeingisgjald, uppboðssølugjald, skattur frá sjómonnum og arbeiðasfólki + skattur frá kringvirkseminum.

Kósin Seafood hevur fyri tíð síðan sett pening í 4-5 línuskip, sum annars vóru á veg í onkran fallitkrók at gnadda gummi.

Í partafelagnum er eitt slett av útlenskum peningi, og tí nokta tveir norðoyatingmenn saman við samgonguni, Kósini at gera hesa íløgu. 

Víst verður til eina hálvlidna akademiska nýskipan innan fiskivinnuna, har fiskimálaráðharrin (+ 5 akkademikarar) hevur einkarætt til at kunngera hvussu sjófeingi landsins skal fordeilas og virðisøkjast.

Eg skilji ikki hví virksemi hjá JFK og Kósini Seafood, sum í veiðugjøldum/uppboðsølugjaldi/skatti frá arbeiðarum og kringvirkninum, rinda 100-tals mill. kr. í landskassan árliga, skal niðurlaðast.

Línumaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo