Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Í sambandi við mótmælistiltakið hjá pedagogunum á Vaglinum í dag var merkisvert, at eingin politikkari, heldur ikki nakar frá CEF-samgonguni, var ímillum røðararnar, sum stóðu fram og talaðu søkina hjá pedagogunum.

Soleiðis var ikki seinast, tá pedagogarnir høvdu verkfalstiltak á Vaglinum í Havn - tann 4. februar 2012.

Tá vóru tríggir politikkarar ímillum røðararnar: Kristina Háfoss, Rigmor Dam og Sjúrður Skaale.

Hoyr røðurnar hjá teimum her

Heðin Mortensen og Djóni Nolsøe Joensen hava fyrr í vikuni úttalað seg jaligt í miðlunum yvirfyri søkini hjá pedagogunum, men heldur ikki teir vóru ímillum røðararnar í dag.

Javnaðarflokkurin deildi upprunaliga boðskapin hjá Djóna Nolsøe Joensen, sum annars sjálvur er námsfrøðingur, men varð boðskapurin hjá honum seinni strikaður av Facebook-síðuni há flokkinum.

Sostatt kann ikki annað enn staðfestast, at samgongan stendur saman, øll sum hon er, í hesari lønartrætuni.

Frá einum samgongu-ella realpolitiskum- perspektivi kann ein føra fram, at samgongan er disiplinerað í hesum málinum og stendur aftanfyri Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, meðan ein frá einum sosialistiskum fakfelagsperspektivi kann føra fram, at samgongutingfólk svíkja lægri lønt arbeiðsfólk, og at tey ikki halda givin lyfti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo