Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Samhaldsfasti verður skattaður bæði við inn- og útgjaldi, og er tí ein pengamaskina hjá landinum og kommunum.

Um Fólkaflokkurin kemur aftur í stjórn eftir komandi løgtingsval, broyta vit Samhaldsfasta soleiðis, at inn- og útgjaldið verður skattafrítt. 

Av teimum 182 mió. krónunum, pensjónistar gjalda ov nógv í skatti, fara 76 mió. kr. í landskassan og 106 mió. kr. til kommunurnar. Hvørt ár. Tølini eru frá 2018. 

Hesar tilsamans 182 mió. kr. skulu sjálvandi koma pensjónistunum til góðar. Ongantíð ov skjótt.

Við at avtaka dupultskattingina fáa pensjónistar 2000 kr. meiri at liva fyri um mánaðin. 

Tað er teimum eisini sera væl unt.

Hans Joensen Valevni fyri Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo