Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Í tíðindunum sigur Henrik Old, at ferðafólk til gongu skulu javnsetast við ferðandi í undirsjóvartunlunum. Ein samhaldsføst skipan sigur hann.

Allir tunlar og brýr í Føroyum eru í einari samhaldsfastari skipan, har tað ikki kostar pening at koyra ígjøgnum tunlarnar ella um brýrnar.

Tó vildi Henrik Old ikki leggja útgoldna undirsjóvartunnilin vestur í Vágar í somu samhaldsføstu skipan, og er ætlanin heldur ikki at leggja Norðoyartunnilin í hesa skipan tá ið hann er útgoldin. Støðan skal jú útnyttast fult út av reyðu samgonguni.

Endamálið sær út til at vera, at tað skal verða bíligari at ferðast til Suðuroyar. Vorðið sum samhaldsfesti.

Nú veit eg sjálvandi ikki, hvussu nógv fólk eru til gongu ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, men tað kanska Henrik Old veit at greiða frá.

Eisini kann Henrik Old greiða frá, um raksturin av skipum og undirsjóvartunlunum er at rokna sum tað sama?

Um so er, hví leggur hann so ikki undirsjóvartunlarnar undir SSL, so kundu vit spart alla umsitingina av tunlunum burtur við eitt høgg.

Tí at gjalda 2,5 milliónir krónir at reka eitt felag, ið onki endamál hevur annað enn at senda rokningar og bíleggja Landsverk at gera okkurt arbeiði fyri allar hasar pengarnar er oyðsl.

So kundu inntøkurnar frá tunlunum lætt um raksturin hjá SSL.

Ein loysn, ið hóvar mær betur við tunlunum er, at hesir verða lagdir undir Landsverk at umsita. Og ger tað so frítt at koyra ígjøgnum teir. Teir skulu soleiðis í somu samhaldsføstu skipan eins og allir aðrir tunlar í landinum.

Tá ið tað kemur til Strandfaraskip landsins, eigur kjakið fyrst at vera tikið upp við allar flokkar á tingið um, hvat vilja vit við SSL?

Hvussu skal tað síggja út eftir at stóru tunnilsverkætlanirnar eru framdar og so gera tillagingar eftir tí.

Skipini eru ótíðarhóskandi á nærum øllum leiðum og skulu byggjast nýggj til hesar farleiðirnar.

Eg unni øllum at sleppa at ferðast bíligari í okkara landið, men fyri ikki at róta alt til ein ruðuleika og sikkurt skulu skapa enn eitt ráð ella nevnd og umsiting afturat, so ger tað so einfalt sum møguligt.

Útgoldnu undirsjóvartunlarnar til Landsverk og eitt kjak um SSL, har ein langtíðarætlan verður gjørd, so vit fáa nøktandi ferjur til okkara borgarar og ferðafólk.

Joan Neshamar
Fólkaflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo