Hin veruligi sjónleikurin er ikki minni góður, tó meira at harma, enn hann ið leiktur verður
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

18 fakfeløg hava nú gjørt av, at tey fara í samhugaverkfall. 

Hetta upplýsir Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, fyri Kringvarpinum í dag. Hann sigur, at hesi 18 fakfeløgini fara at handa Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum eina fráboðan um samhugaverkfall á middegi í morgin.

Samhugaverkfallið verður 24 tímar til longdar, og verður tað væntandi tíðliga í næstu viku - havandi í huga fráboðanarfreistina.

Í aðrar mátar hevur Terje Sigurðsson, semingsmaður, sent boð eftir pørtunum í lønartrætuni aftur. Partarnir - Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag - skulu hittast klokkan 13 í morgin á Hotel Føroyum.

Verkfallið hevur vart síðan 12. desember í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo