Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Sýriskir hermenn ganga vakt í Raqqa.

Einir 400 IS yvirgangsmenn eru nú eftir í sýriska býnum Raqqa. Býnum, sum teir á sinni útróptu til høvuðsstað í muslimska kalifatinum. Yvirgangsmenninir hava víggirt seg í einum lítlum parti av býnum, einar fýra ferkilometrar til støddar, og har brúka teir eitt hospital til høvuðsstøð. Men 4.000 sivilfólk eru eisini har, og avbjóðingin nú er at fáa tey út, tí IS brúkar tey sum livandi skjøldur.

Samráðingarnar, sum ein nevnd av kurdum og arabarum stendur fyri, hava higartil fingið 700 fólk leyslatin. Men IS yvirgangsfólkini vilja eisini fáa frítt at fara, og tað vil USA ikki hoyra talan um. Roknað verður tí við, at bardagarnir fara at vera til síðsta mann. Og at teir fara at taka nakrar dagar afturat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann