Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Politikkur

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Samráðingarleiðarin Bárður á Steig Nielsen, segði við Útvarpið á middegi, at onkrar broytingar fara at verða framdar í sambandi við stjórnarráðini.

- Har eru onkrar óhepnar samansetingar av stjórnarráðunum, sum vit fara at hyggja uppá í dag, segði Bárður á Steig Nielsen við Útvarpið.

Spurdur, hvussu nógv stjórnarráð fara at vera, segði Bárður á Steig Nielsen, at so langt eru teir ikki komnir enn.

Hann kunnaði eisini um, at helst verður klárt í dag við býtinum av málsøkjum, tað vónaði samráðingarleiðarin so, men tað kann eisini hugsast at tað dregur út til í morgin.

- Tað fara formenninir so at tosa um í dag, hvussu málsøkini skulu býtast, segði hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo