Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Vinna

Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava í kvøld avgjørt at leingja sáttmálan til fríggjakvøldið á midnátt. Sáttmálin gekk upprunaliga út 1. mei, men samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru í gongd, og tískil er sáttmálin longdur nakrar ferðir ímeðan samráðingarnar eru í gongd.

Sáttmálasamráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag halda fram fríggjadagin.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Jastrid W. Niclassen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Arthur Guðjonsson, formaður í klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo