At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

Samráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súluna eru byrjaðar, nú fakfelagið Súlan hevur boðað frá, at nevndin er mannað.

Krøvini eru handað í dag á fundi í Vinnuhúsinum, og samráðingarnar halda fram seinni í mánaðinum.

Hesar samráðingar eru fyri allar flogternur hjá Atlantic Airways – bæði í Føroyum og Danmark.

Verkfalsfráboðanin til 1. oktober, sum FPU hevur sent til Atlantic Airways, fevnir einans um basuna hjá felagnum í Keypmannahavn. Hon hevur sostatt einki við allar tær flogternur hjá Atlantic Airways, sum hava basu í Vágum, at gera. Fakfelagið Súlan er heldur ikki partur av hesi fráboðan.

Føroya Arbeiðsgevarafelag staðfestir, at felagið ikki er fevnt av fráboðanini frá FPU, sum annars kundi verið skilt út frá umtaluni í fjølmiðlunum. Og nú samráðingarnar við Súluna eru byrjaðar, væntar Føroya Arbeiðsgevarafelag, at verkfalsfráboðanin fyri basuna í Keypmannahavn verður tikin aftur.

Les eisini tíðindaskriv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag 17. august 2019

Les eisini tíðindaskriv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag 20. august 2019

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo