Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tekstlýsingar

Ert tú orðsnillingur við greiðum og hvøssum penni, sum skjótt og á ymsar hættir kann miðla rætta boðskapin í talum, tíðindum og kunningartilfari, so hevur Mentamálaráðið møguliga eitt áhugavert starv til tín.

Um starvið
Mentamálaráðið fevnir bæði djúpt og breitt á øllum samfelagsløgum, líka frá útbúgving og gransking til mentan, list, kirkju, fjølmiðlar og ítrótt.

Landsstýrisfólkið í mentamálum hevur sera nógvar umboðandi uppgávur, har boðskapir skulu berast fram, og ráðið sjálvt hevur hópin av kunningartilfari, sum skal miðlast bæði innanhýsis og uttanhýsis.

Talan er tí um eitt spennandi starv við sjálvstøðugum uppgávum og við nógvum samskifti bæði inn- og úteftir. Arbeiðið er á høgum fakligum støði, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.

Sum samskiftisráðgevi skalt tú:
- Í tøttum samstarvi við landsstýrisfólkið og starvsfólk í ráðnum orða røður og framleiða tíðindi og kunningartilfar, sum lýsa virksemið á økinum.
- Røkja heimasíðuna og aðrar sosialar miðlar.
- Vera stinn/-ur í føroyskum og vera rættlesari í ráðnum.
- Góðir førleikar krevjast í donskum, norðurlendskum og enskum.
- Leggja fleirtáttaðar samskiftisætlanir til rættis í sambandi við størri átøk, eitt nú aktuellu verkætlanina “Málmenning hjá børnum”.
- Vilja loysa ella røkja aðrar uppgávur eisini, um tørvur er á tí.

Vit ynskja ein persón, sum:
- Hevur ein livandi og kreativan penn.
- Hevur hollar royndir at skriva røður, tíðindi og kunningartilfar.
- Hevur innlit og áhuga fyri útbúgving, mentan og gransking.
- Skjótt kann seta seg inn í og miðla torskild mál.
- Hevur innlit í og royndir innan miðlaheimin
- Megnar at arbeiða undir tíðartrýsti – eisini á skeivum tíðum.
- Hevur royndir við at røkja og menna heimasíður og sosialar miðlar.
- Hevur góð samstarvsevni og samstundis megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

Førleikakrøv
Viðkomandi hægri útbúgving, eitt nú innan samskifti, retorik, journalistik ella líknandi. Starvsroyndir innan fjølmiðlaøkið.

Setanar- og lønartreytir
Starvið er sáttmálasett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Talan er um eina tíðaravmarkaða setan til 1. august 2018, og møguliga verður møguleiki fyri at halda fram í starvinum eftir nevnda tíðarskeið. Starvið verður lýst til setanar frá 1. november 2017.

Starvið er í Aðalskrivstovuni við tilvísing til aðalstjóran. Setanarøkið fevnir um Mentamálaráðið og stovnar undir tí umframt Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini. Tað verða møguliga umskipanir í ráðnum í næstum.

Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skal sendast til:

Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn

ella mmr@mmr.fo – viðmerk “samskiftisráðgevi”

Mentamálaráðið skal hava umsóknina í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. september 2017.

Umsøkjarar, sum ynskja fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Poul Geert Hansen, aðalstjóra, á tlf 55 50 10 ella vitja heimasíðu ráðsins www.mmr.fo.

Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita málsøkini, útbúgving, gransking og mentan, herundir eisini dagstovnaøkið, kirkjumál og onnur trúarsamfeløg, loftmiðlar, ítrótt og annað frítíðarvirksemi. Mentamálaráðið er skipað í Aðalskrivstovu, Undirvísingardeild, Mentanardeild og Stýrisdeild. Í Aðalskrivstovuni eru 7 størv, og virkisøkið umfatar samskipan, samskifti, HR, almenna kunning, heimasíðu, løgfrøðiliga ráðgeving og góðskutrygging, kæruviðgerð, viðgerð av almennum innliti, journal v.m

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann