Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson
LýsingarUm VP

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tekstlýsingar

Samskip sóknast eftir samskipara til bingjuterminalin í Kollafirði!

• Samskiparin er partur av toyminum, ið avgreiðir allan farmin hjá Samskip á bingjuterminalinum á Oyrareingjum. Uppgávan er at tryggja, at vøran verður avgreidd bæði skjótt og væl.

• Tú kemur at hava ábyrgdina av, at allar flytingar av bingjum og vøru, verða skrásettar á fullgóðan hátt, og samskipar útkoyringina og avgreiðsluna á terminalinum.

• Arbeiðið er í høvuðsheitum av fyrisitingarligum slagi, men roknast má við nakað av øðrum pakkhúsarbeiði eisini í samband við útflýggjan og avgreiðslu av vøru.

• Arbeiðstíðirnar hjá samskiparanum eru frá 0800-1600, tó at møguleiki er fyri yvirtímum, um ein ynskir tað.

Starvskrøv
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, nærlagdur/nærløgd, hevur góð samstarvs- og samskipanarevnir og dugir at samskifta á ein greiðan og skynsaman hátt.

• Fyrimunur er, at hava grundleggjandi KT førleika.

• Seinasta freist at søkja er 19. mai 2017.

• Starvið verður sett skjótast gjørligt eftir hetta, ella eftir nærri avtalu. Tó í seinasta lagi 14. august 2017.

Vit bjóða:
• Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum dynamiskum og altjóða kappingarumhvørvi

• Eitt óformelt og virkið arbeiðsumhvørvi

• Góðar starvsfelagar og góðar arbeiðsumstøður

Hevur tú spurningar til starvið, ring vinarliga til Niels Madsen leiðara hjá Samskip í Kollafirði, á tlf. 47 77 77 ella skriva t-post til niels.madsen@samskip.com. Løn sambært avtalu.

Umsókn við møguligum viðmælum skal sendast til:

Samskip P/F
Bryggjan
FO-410 Kollafjørður

Ella sum t-postur til: niels.madsen(at)samskip.com

Samskip er eitt av størru flutningsfeløgunum í Evropa við deildum í 24 londum og omanfyri 1.300 starvsfólkum. Í Føroyum eru uml. 75 ársverk í Samskip innan fyrisiting, sølu, frystigoymslu, terminal og skipamanning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann