Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Tekstlýsingar

Samferðslumálaráðið søkir við hesum eftir samskipara til ráðið.

Uppgávurnar hjá samskiparanum fevna millum annað um:

• Skrivarauppgávur, herundir málrøkt og rættlestur
• Samskipan av lógar- og øðrum málum
• Samskiftisuppgávur, so sum at leggja út á heimasíðu, skriva tíðindaskriv o.a.
• Ráðharratænasta og protokoll
• Samskipa fundir, verkætlanir og at gera verkætlanarlýsingar

Ert tú skipað/ur, hevur tú góð samstarvsevni, dugir tú at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í bólki, dugir tú væl føroyskt mál í skrift og talu, og hevur tú hóskandi útbúgving og royndir innan almnenna fyrisiting og/ella privata vinnu, so ert tú kanska tann, vit sóknast eftir.

Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Rúna Joensen á telefon 558070.

Tann, ið settur verður, byrjar í starvinum sambart avtalu við Samferðslumálaráðið.

Umsókn við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum skal sendast til  Samferðslumálaráðið á smr@smr.fo í seinasta lagi 3. juni 2019.

Um Samferðslumálaráðið:
Høvuðsuppgávan hjá Samferðslumálaaráðnum er at ráðgeva landsstýrismanninum, soleiðis at hann kann taka vælgrundaðar avgerðir, at málsviðgera, at evna til lógaruppskot, kunngerðir og reglugerðir, at samskipa tvørgangandi uppgávur og at vegleiða og at hava eftirlit við stovnum og øðrum undir ráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo