Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vágatíðindi

- Ein stóran part av máltíðunum eta vit, meðan vit eru til arbeiðis ella í skúla. Tá vit eta sunt og fjøltáttað hvønn dag, verða vit likamliga betur fyri, føla okkum væl, vit fáa meir orku og megna betur at hugsavna okkum.

Tað segði Annbritt Toftegaard, skúlastjóri, tá ið móttøka var seinnapartin á Skúlanum á Giljanesi.

- Matpakkin er fyri summi foreldur ein daglig marra. Ein vani vit onkuntíð vildu sloppi undan. Nógvir skúlar í hinum Norðanlondunum bjóða heitan skúlamat á døgurða. Hetta hava vit ikki møguleika til. Men vit hava í fleiri ár havt eitt ynski um at bjóða eina matarskipan út til næmingar í Skúlanum á Giljanesi.

Sí myndir her

- Fyri fleiri árum síðani gjørdi Vága Kommuna eina royndarverkætlan við eini matarskipan til næmingar í táverandi Miðvágs- Sandavágs Skúla. Allir næmingar fingu eina tvíflís og eitt sindur av skornari frukt. Hetta var áðrenn matarskipanir vóru vanligar í skúlunum kring landið. Royndin eydnaðist væl, men fekk ikki nóg góða undirtøku og datt niðurfyri.

- Tað hevur leingi verið eitt ynski frá kommununi, skúlastýrinum og foreldrum at fáa eina matarskipan til Skúlan á Giljanesi. Loksins er klárt at taka í brúk eina matarskipan í skúlanum. Leiðslan og skúlastýrið hevur miðvíst arbeitt við hesi verkætlan og nú er komið á mál. Matarskipanin er eitt samstarv millum Skúlan á Giljanesi og Gist og Vist. 

Foreldur bíleggja á alnótini á www.matpakkin.fo. Bíleggingin skal vera inni dagin fyri, kl.22.00. Møguligt er at gera eina fasta bílegging ella bíleggja av og á.

Matpakkin er gjørdur við hugskotum frá skúlastýrinum og verandi møguleikum hjá Gist og Vist. Gist og vist hevur havt samband við ein kostráðgeva, soleiðis at maturin er heilsugóður. Matskráðin er ikki endalig, ætlanin er at tilpassa matskráðina eitt sindur eftir tørvi.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo