Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Politikkur

Landið og kommunurnar taka nú ítøkilig stig til at styrkja bæði samstarvið og samskiftið.

Á fundi í Tinganesi í dag millum løgmann og formannin og næstformannin í Kommunufelagnum varð avrátt, at landsstýrið og Kommunufelagið á hvørjum ári skulu hava minst tríggjar yvirskipaðar fundir um áleikandi politisk mál, sum snúgva seg um sínámillum viðurskifti.

"Eg eri fegin um, at tað hevur eydnast okkum at finna ein yvirskipaðan leist. Hetta fer óivað at betra um samskiftið og álitið partanna millum. Í okkara grannalondum er vanligt, at land og kommunur hava eitt tætt samskifti, og eg haldi, tað er í tøkum tíma, at vit fáa líknandi skipan í lag," sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum.

Seinnu árini hava kommunurnar fingið alsamt fleiri uppgávur at umsita, og kommunurnar fáa støðugt størri týdning búskaparliga. Av somu orsøk heldur løgmaður, at tað er eitt neyðugt stig, at landið og kommunurnar regluliga umrøða átrokandi mál.  

"Eg bæði vóni og vænti, at hetta er týðandi stig rætta vegin. Vit - land og kommunur - tæna sama borgara, og vit hava stórar avbjóðingar at lyfta, bæði hvør sær og í felag. Tað er eyðsæð, at okkara samstarv eigur at vera væl skipað og at byggja á álit millum partarnar, heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Fyrsti fundur verður eftir ætlan í seinnu helvt av august mánaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo