Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Á myndini síggjast: Karin Djurhuus, forkvinna í Havnar Sjónleikarafelag, Hanna Simonsen, málsviðgeri í mentamálaum, Annika Olsen, borgarstjóri og Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini og varaborgarstjóri

Tórshavnar kommuna og Havnar Sjónleikarafelag hava júst gjørt nýggja samstarvsavtalu um virksemi fyri 2019. Kommunan hevur í mong ár stuðlað Havnar Sjónleikarafelag. Hetta er triðju ferð, at slík formlig avtala er gjørd.

Avtalan er gjørd fyri at stuðla og menna samstarvið millum felagið og kommununa. Endamálið er at tryggja karmarnar til, at Havnar Sjónleikarfelag sum sjálvsognarstovnur kann menna mentanar- og listaligt virksemi og tilboð til tess at veita enn betri upplivingar fyri so nógvar borgarar sum gjørligt. Avtalan skal gagna virkseminum og tiltøkum hjá felagnum.

Í avtaluni vera eisini sett ítøkilig mál um virksemi og átøk. Kommunan letur 800.000 kr. í stuðli í 2019 til felagið, ið m.a. fer til at halda søguríka bygningin og til tiltøk o.a. Ætlanin er, at avtalan skal eftirmetast, tá verður eisini støða tikin til møguliga at endurnýggja avtaluna og atknýttum virksemi og tiltøk avtalað fyri komandi árið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo