Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Problemið, tá tað kemur til sex, er at tað eru fólk uppií. Og, uppaftur verri, tað innvolverar menn.

Opinbart—skulu vit taka feministisku elendigheitsprofetarnar uppá orðið.

Tað ger tað sama, um vit brúka #MeToo ella Samtykki krevur sex (ella var tað øvut!). Ideologiin hin sama. Menniskjasýnið tað sama. Tað er misantropiskt... inn á bein.

Eginliga problemið, annars, er hetta, tá vit tosa sex: at tað seinnu árini er hent eitt skift frá at tosa um neyðtøku til “sex uttan samtykki”.

Neyðtøka er eitt harðligt orð, ið lýsir eina tilvitaða gerð framt av einum, sum oftast, forherðaðum manni ímóti eini kvinnu, sum sigur nei... og tvingar hana til sex óansæð. Andstyggiligt. Og vit hava lógir til hesar gerningar.

Men “sex uttan samtykki” er nakað heilt annað. Tað er bara at fara strukturelt til verka her. Í neyðtøku krevur, at eini parturin sigur “nei”; meðan handa right-on kampanjan ætlað bleytum monnum og konufólki eins grunn og Hoyvíkstjørn, ja, hon krevur, at bæði siga “ja”. Stórur munur.

Ein fullvegis onnur orðing.

“Sex uttan samtykki” ella "Sex krevur samtykki" er ósamanlíkiligani meiri passivt og signalerar ein gerning, sum á ongan hátt krevur kriminelt ætl, og sum umfatar alt, líka frá neyðtøku (eins og hon einaferð varð fatað) til vit vóru skít-sex og eg angri tað-sex.

Vit eru farin frá at ákæra og revsa hasi, ið neyðtaka, til at kasta eitt veldiga stórt teppi av illgruna yvir øll hasi, ið hava sex. Og tað ber ikki til. Og tað ber ikki til, tí sex er ikki altíð eitt hundrað prosent samtykkjandi. Og serliga ikki aftaná, at sprutt hevur verið uppií.

Til tíðir er tað instinktivt. Til tíðir tankaleyst. Til tíðir dýriskt. Og, til tíðir, ja, so hendir tað bara.

Vit tosa her sex uttan samtykki. Tað vil siga, sex uttan greitt, staðiligt og opinskárað, edrúiligt samtykki.

Men ikki neyðtøka. Bert... sex.

Kampanjan leggur upp til, at staturin, aftur her!, og skjótt allasteðs, er innií okkum. Í okkara privata lívi. Kostnaðarfrítt loyvir hon myndugleikum at vera harri yvir sex, tað, ið nú einaferð konstituerar tað mest privata millum mann og konu... jaja, konu og konu, mann mann. Millum menniskju: nær sex er ókey; nær ikki ókey.

Sum o’ Neill so... fitt orðaði seg: Don’t Drink and Fuck, or the State will Fuck You—With or Without your Consent.

Agga Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo