Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Manchester United hevur játtað at leiga kilenska framherjan Alexis Sanchez út til Inter Milan restina av hesum kappingarárinum.

Hetta skriva fleiri bretskir miðlar í kvøld, harímillum Manchester Evening News.

Í Milano verður 30-ára gamli Sanchez, sum kom til United frá Arsenal í januar í fjør, aftur liðfelagi við Romelu Lukaku.

Italienararnir keyptu Lukaku fyrr í hesum mánaðinum og hava nú altso tveir leikarar á liðnum, ið leiktu við United í fjør.

Sanchez leikti 45 dystir og skjeyt fimm mál fyri United, sum rindaði honum á leið 400.000 pund um vikuna fyri ómakin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo