Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Krutl

BirkBloggur: Undir árliga jólaborðahaldinum hjá countryklubbanum Sp/f Kúfóður er fastur táttur at Petur Rouch velur fimm tær bestu tónleikaútgávurnar í ár. Besta av teim fimm í ár er Folk Hotel hjá ferðandi amerikanska sang- og søguskrivaranum Tom Russell.

Petur gavst í summar við vælumtóktu røðini Rót og Rútma, men áhugin at lurta eftir tónleiki er ikki burtur.

Yrkjarin er á fimm stjórnaðum hotelli í Keypmannahavn, tá hann varnast ein at síggja til heimleysan, sum bíleggur tríggjar magnum fløskur av sjampanju og eitt kartong av sigaerettum. Meðan yrkjaraegið bíðar eftir leigubilinum, spyr hann reseptionistin, hvør hin heimleysi var. Jú, hatta var Ove Joensen, sum hevur róð úr Føroyum til Keypmannahavnar, og nú skal ballast fyri milliónina, ið hann vann.

Í heimbýnum tjúgu ár seinni møtir Tom Russell eini sangarinnu úr Føroyum og spyr, um føroysku hetjuna, ið róði túsund míl í kajakk. Jú, heima í Føroyum datt hann fullur úr bátinum og druknaði í dýrdarveðri eitt kvøldi, hann róði heim. Sangurin er at hoyra til høgru á blogginum, har hann liggur undir nálini hesa vikuna.

Les Meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo