List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Fyribils fer hon tó at royna eftir fimta sigrinum í 11 mánaðir. Tað hendir tá hon 5. januar hittir georgisku Nana Chakvashvili á Danish Fight Night stevnuni sum verður í Frederiksberg stutt eftir ársskiftið.

28 ára gamla Sarah, hvørs mamma er úr Vestmanna og pápi úr Sýria, er uppvaksing í Danmark, og gjørdist landskend, tá hon í fjør vann Vild Med Dans kappingina. Men tað sum hon veruliga fæst við, og nú sum professionell, er boksing. Og her vil hon fegin koma heilt uppá tindarnar, sigur hon.

Sarah Mahfoud hevur verið yrkisboksari síðani 11. februar í ár. Hon sigur, hon spakuliga ætlar at arbeiða seg heilt har upp, at hon kann luttaka í EM og HM kappingum.

Sarah er 28 ár, mótstøðukvinnan er 21 ár og tær hava báðar fyri vana at vinna.

Les meira hjá Danish Fight Night

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo