Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Vinna

Eftir seks dagar við verkfalli, 300.000 raktum ferðandi og 4000 avlýstum flúgvingum, er sáttmáli undirskrivaður millum flogskipararnar og SAS.

SAS-stjórin Richard Gustafson helt tíðindafund um verkfallið á høvuðsskrivstovuni í Stokkhólmi - verkfallið er av, segði hann.

SAS og flogskipararnir hava gjørt eina 3 ára sáttmála.

Sáttmálin gevur ein lønarvøkstur á 3,5 prosent í 2019, 3 prosent í 2020 og 4 prosent í 2021.

Richard Gustafson metti at tað fer at taka eitt døgn áðrenn øll flogførini eru í luftini aftur.

Spurdur, hvussu nógv verkfallið hevur kostað SAS, segði stjórin seg ikki hava neyvu tølini enn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo