Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Krutl

Infoportalurin: Tað kom heilt óvart á vágbingar, at vegirnir vóru hálir í kavastorminum í Vági í morgun.

Í veðurtíðindunum klokkan sjey segði Kringvarpið frá kavastormi og nógvum vindi og niður í fimm kuldastig, men onki bleiv sagt um hálku í Vági ella nakra aðrastaðni í Suðuroynni. Tí kom tað óvart á fleiri bilførarar í suðuroynni, at vegirnir eisini gjørdist hálir í kavastorminum í morgun.

Gudmund Larsen, sum var partur av harmonikusamanstoytinum í Vági, heldur tað vera langt úti av Kringvarpinum ikki at nevna nakað um hálku, tá sagt verður frá kavastormi, vindi og niður í fimm kuldastig.

– Sum bilførari veit man ikki um man er keyptur ella seldur á vegnum, um Kringvarpið ikki eisini boðar frá hálku, tá tað er niður í fimm kuldastig og hetta var tað sum hendi í morgun. Fólk fóru út at skava kavan av bilinum og síðan til arbeiðis, men tey høvdu ongan livandi kjans at vita um tað var hált ella ikki, tí tað bleiv als onki nevnt um tað tá veðurtíðindini vóru lisin upp. Okur fingu bara at vita, at hált var á Sandavágshálsi, Oyndfjarðavegnum og í støðum í Streymoynni. Ikki eitt orð bleiv nevnt um hálku her suðri, sigur Gudmund Larsen.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo