Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Krutl

Atlantic hevur keypt fyrsta super-jettarin sum Richard Branson selur, sum aftursvar til SAS og møguliga onnur flogfeløg, sum nú fara at flúgva til Føroyar.

Við hesum nýggja flogfarinum kemur tú úr Vágum til Kastrup uppá 40 minuttir, og hetta má sigast at vera eitt stórt framstig. Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways sigur, at hon ivast ikki í, at fólk fara at velja Atlantic Airways fram um onnur feløg, sum framvegis fara at brúka umleið tveir tímar um at flúgva somu rutu.

Flogførini hjá Atlantic Airways skulu øll hava nøvn, og navn skuldi sjálvsagt eisini finnast til hetta flogfarið. Jóhanna á Bergi sigur, at tað var ikki so trupult í hesum førinum.

- Tá hetta er eitt flogfarð sum tekur øll á bóli, og er sera skjótt at koma fram, er upplagda navnið Annika Olsen.

Flogfarið fer í flúgving 01.04.2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo