Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Krutl

Má mann hava eina diagnosu?

Er tað ikki okay at vera okay?

Ein havnarmaður setti herfyri ein stóran tilverufilosofiskan spurning fram á Facebook: Er tað okay at vera okay, ella má mann hava eina diagnosu?"

Herfyri var eisini ein stuttlig søga at síggja í miðlunum um ein fittan smádrong, sum spældi fótbólt, gekk í skúla og spældi við nógvar vinir. Honum bagdi hvørki eitt ella annað. Hann var okay.

Eitt tvørfakligt granskaralið hjá Danmarks Pædagogiske Universitet kannaði drongin og kom til ta sjáldsomu niðurstøðu, at dronginum bagdi onki. Hvørki DAMP, orðblindni, Tourette, fobi ella dølskni. Hann hevði pissað undir seg einaferð, men tá var hann bara fýra.

Tað er okkurt absurd við einum samfelag, har tað er neyðugt at hava sundurgreinað sjúkueyðkenni - diagnosu - fyri at fáa ein identitet. Sum maðurin segði: "Eg havi fingið diagnosuna manio depressivur - so eri eg um ikki annað okkurt."

Líka absurd er tað at ímynda sær at koma í eina støðu, har tað ringasta læknin kann siga við teg er, at tær onki bagir. Tí so ert tú onki.

Diagnosan gevur fólki samleika. Men diagnosurnar hava hjáárin, sum eru verri enn sjúkueyðkennini, sum heilivágurin skuldi hjálpa ímóti. Diagnosurnar gera, at fólk fara at tulka alla sína tilveru í ljósinum av diagnosuni, og akkurát sum tá tey sita hjá spákonu fæst allur atburður at renna uppí eina hægri eind, alt orsakað av diagnosuni. Nú kenna tey seg sjálvan.

Tað er vandamikið, tá heilivágurin broytir evnafrøðina og huglagið. Tí tann mótgongd, sum skapar trupulleikarnar, liggur oftast í umhvørvinum og í samfelagnum annars. Heilivágurin broytir menniskjað, ístaðin fyri at broyta nærumhvørvið og/ella samfelagið.

Á privata marknaðinum stendur ein riðil av professionellum hvítkitlaðum í bíðirøð at fortelja tær, at tú ikki ert okay. Tað er heilt galið við tær, bæði likam- og sálarliga. Tær tørvar hjálp fyri at blíva okay. Tey hjálpa tær at definera og finna teg sjálvan - og hava viðgerðina klára!

Viðgerðarsamfelagið hevur ment seg til nakað ólekkurt, sum er verri enn Jantelógin: Tú skalt pínadoyð ikki billa tær inn, at tú ert okay. Tí tú ert sjúkur. Í minsta lagi øðrvísi. Tær bagir okkurt. Tær tørvar professionella hjálp at finna eina diagnosu, so tú kanst definera teg sjálvan og fáa viðgerð ella andevni.

Tí í Føroyum er tað slett ikki okay at vera okay. Mann skal hava eina diagnosu.

Forrestin. Umrøddii fitti smádrongurin hevur nú fingið diagnosuna VDS - vantandi diagnostiskt syndrom - sum rakar børn við hypernormaliteti. Roynt verður nú at finna røttu viðgerðina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo