Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Krutl

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, bjóðar nú amerikanarum, sum eru ónøgdir við úrslitið av forsetavalinum, møguleika at taka timeout í einum landi, har ongin er ósamdur um politiskar spurningar, øll atkvøða og bara tey skilagóðu vinna valið.

Sera nógv í USA hava givið til kennar sína ónøgd við úrslitið av valinum tann 8. november. 

- Ein rúgva av tápulingum atkvøddu fyri einum valevni, sum bæði miðlar og kritikarar jú høvdu sagt vera sera tollutan og óegnaðan. Hvussu kundi hetta so henda, spyr ein misnøgdur veljari, sum eisini heldur tað vera órættvíst, at sigurin ikki fór til tann við flestum atkvøðum, men til tann við flestu ráðmonnum, í eini valskipan, sum ongin kortini skilir.

Tann nógva ónøgdin hevur fingið norðurkoreanska leiðaran at reagera.

Hann sigur í stuttari viðmerking, at hann sera væl skilir atfinningarnar, og at amerikanarar ikki skulu stúra, ti hjálpin er nær.

- Hatta er ein púra absurd valskipan. Tann disharmoniin, sum amerikanarar nú uppliva, er púra óhugsandi her hjá okkum, tí her stuðla øll, bæði pressa og veljarar, tí sama valevninum, greiðir Kim Jong-un frá og leggur afturat, at ónøgdir amerikanarar eru vælkomnir til Norðurkorea, so teir við egnum eygum kunnu síggja, at tað er gjørligt at hava eitt annað og betri samfelag.

Tann fyrsti sum hevur tikið av er 25 ára gamli Mark Thompson frá Boston.

- Her er eitt land, sum er so demokratiskt, at orðið fólkaræði gongur inn í navnið hjá landinum, sigur hann og heldur, at tað er sera álitisvekjandi, at bara skilagóð valevni sleppa at stilla upp í Norðurkorea.

- Tað er týðuligt, at øll eru glað fyri skipanina, tí velevnið fær altíð nærum 100% av atkvøðunum eins og valluttøkan er sera høg. Tað kunnu vit amerikanarar læra nógv av, sigur hann.

við íblástri frá rokokoposten.dk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo