Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Krutl

Fyri tveimum mánaðum síðani sendi hann eina umsókn inn til PET (Politiets Efterretningstjeneste), har hann søkti starvið sum njósnari, og í síðstu viku fekk hann bræv frá donsku fregnartænastuni, at umsókn hansara varð gingin honum á møti.

Orsøkin til, at leiðslan í fregnatænastuni metir hann vera skikkaðan er, at tá ið hann einaferð var til samráðingarfund á danatingi um loysing, hevði hann ein bandupptakara uppi á sær, og tók upp alt, ið sagt varð á fundunum.

Fyrrverandi stjórin í PET, Erik Bonnesen, sigur, at soleiðis ber ein rættur njósnari seg at, og at tað uttan iva var bandupptøkan, ið trygggjaði honum væl lønta starvið – og ikki, at hann eisini skrivaði í umsóknini, at hann heldur seg sjálvan vera stuttligan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo