Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Starvsmannafelagið: Persónlig kemi og felags bakgrund kunnu hava stóran týdning fyri úrtslitið, tá ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum royna kreftir við samráðingarborðið. Samráðingarnar eru eisini nógv merktar av rutinu, við tað at karmarnir fyri lønarvøkstri eru ásettir frammundan, sigur Búi Petersen, ið hevur granskað í umhvørvinum kring sáttmálasamráðingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum

Norðurlond verða oftani tikin fram sum jalig dømir um samfeløg, ið eru skipaði til gagns fyri flest møguligar borgarar. Ikki minst tá ræður um arbeiðsmarknaðin við tí serliga norðurlendska modellinum, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir avgreiða lønar- og sáttmálaviðurskifti, og har lóggevandi valdið spælir lítlan leiklut.

Soleiðis er ikki allastaðni, og í veruleikanum er hetta norðurlendska fyribrigdið við einum sjálvskipaðum arbeiðsmarknaði rættiliga sjáldsamt. Í øðrum londum, eitt nú USA og Kanada, eru karmarnir á arbeiðsmarknaðinum at virka undir í nógv størri mun lógarásettir.

Fluga á vegginum

Búi Petersen hevur nýliga skrivað phd-ritgerð um hvussu sáttmálasamráðingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum fara fram. Enska heitið á ritgerðini hjá Búa Petersen, sum hevur lisið á Memorial University of New Foundland í St. Johan, har hann nú starvast er: Structure and agency in bargaining: Practice, Routines, Truce and individual dirrerences.”

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo