Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Innlendis ítróttur

Sáttmálar eru nú undirskrivaðir um bygging av ítróttahøll í Skúlanum á Argjahamri. Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. februar 2016 at fara undir at byggja ítróttahøll við Skúlan á Argjahamri. Verandi høll svarar til eina hálva ítróttahøll og verður nú bygd út soleiðis, at høllin verður á stødd við eina ítróttahøll.

Tá fer hon at kunna hýsa venjing og dystum innan eitt nú hondbólt, kurvabólt o.s.fr. Í høllini verða 200 áskoðarapláss og tískil framúr karmar fyri einum enn virknari ítróttavirksemi á Argjum, umframt nógva virkseminum hjá skúlanum og frítíðarskúlanum á Argjahamri.



Arbeiðið verður framt í partalagi millum Tórshavnar kommunu, Sp/f TG Verk sum arbeiðstakara og Sp/f MAP arkitektar sum ráðgeva, umframt við undirráðgevunum P/F LBF innan konstruktión og el og Sp/f PB Consult innan hita, vatn og sanitet. Arbeiðið fer at kosta umleið 18,5 mio.kr.

Sáttmálarnir vóru undirskrivaðir á middegi í dag og fer jørðarbeiðið í gongd her í mars 2016 og høllin skal verða klár at taka í nýtslu 28. feb. 2017.



Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo