Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

Magnus Holm Jacobsen, sum herfyri var partur av bragdinum hjá føroyska U17-landsliðnum, hevur skrivað undir sáttmála við B36.

Magnus Holm Jacobsen er ein av fleiri spennandi ungdómsspælarum her hjá okkum. Longu í heyst hevur Magnus fleiri ferðir verið partur av venjingunum hjá Effo-hópinum, har hann ikki hevur smæðst burtur, og nú er sáttmáli skrivaður við spælaran.

Magnus hevur sjálvandi verið partur av U16-liðnum hjá okkum í ár, og hartil var hann eisini við, tá føroyska U17-landsliðið gjørdi eitt satt bragd, tá tað eydnaðist at vinna seg víðari í undankappingini, har Luksemburg, Kekkia og Sveis vóru mótstøðuliðini. Somikið væl gekst Magnusi í tí kappingini, at hann varð kosin besti spælarin í kappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo