At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Seinrapartin í gjár skrivaðu Svend Lamhauge og Tórbjørn Jacobsen undir sáttmála um nógv umtalaðu útstykkingina í Leitinum í Saltangará.

Spf. RTS Contractors, á Fjøruvegi 7 í Runavík, áttu lægsta tilboðið, og eftir at samráðst hevur verið, síðani tilboðini vóru latin inn, komu partarnir ásamt um ein sáttmála ídag.

Sáttmálin kostar Runavíkar kommunu slakar 37 milliónir krónur. Sambært brøðrunum og stjórunum, Svend og Andriasi, er hetta í vavi størsti sáttmálin RTS Contractors nakrantíð hava skrivað undir higartil.

Fyrri parturin skal vera liðugur um eitt gott ár og alt skal vera liðugt í 2020. Eftir at saðlað varð um frá vinnara verkætlanini í norðurlendsku arkitektakappingini, tí hon bar ikki á mál, var heitt á Ósbjørn Jacobsen, arkitekt í Syðrugøtu, um at tekna ein býling inn í økið, sum kommunan átti. EM Ráðgeving í Saltangará fór síðani undir at neyvætla, og eftir tað var arbeiðið boðið út.

Hendan útstykkingin fer at nøkta tørvin í eina tíð, men Runavíkar kommuna er longu farin undir at fyrireika seg til framtíðina, eftir at grundstykkini í Leitinum eru seld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo