Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Vinna

Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava avgjørt at leingja sáttmálan til mikudagin 2. mei á midnátt. Sáttmálin gongur út 1. mei, men samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru í gongd, og tískil verður sáttmálin longdur.

Arbeiðaradagin 1. mei halda arbeiðarafeløgini, tískil vera samráðingarnar tiknar uppaftur tíðliga 2. mei.

Í Tórshavn verður arbeiðaradagurin hildin kl 15 á vaglinum í Havn, har Elin Sørensen, næstformaður í Føroya Arbeiðarafelag, Absalon Hansen, næstformaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Heðin Mortensen halda røðu og Havnar Hornorkestur spælir.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Jastrid W. Niclassen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Arthur Guðjonsson, formaður í klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo