At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Krutl

Var tað nú Leonardo da Vinci sum málaði málningin 'Salvator Mundi' sum varð seldur fyri 2,8 mia kr á eini uppboðssølu í New York náttina til hósdagin.

Tann spurningin seta fleiri serfrøðingar, og ein teirra er Mikkel Bogh sum er savnsstjóri fyri danska listasavninum, Statens Museum for Kunst.

Við DR sigur hann, at tey har í húsinum hava ta greiðu fatan, at málningurin er ein sonevnd tilskriving og sostatt er tað ikki 100% vist at tað var Leonardo da Vinci sum førdi pensilin.

Eitt verk verður tilskrivað einum listafólki, tá tað er ivi um, hvør veruliga listafólkið er. Tá verður ein tilskriving gjørd til tann, sum man metur mest sannlíkt hevur gjørt listarverkið.

Bretski listafrøðingurin Martin Kemp er kortini ikki í iva. Hann sigur, at Leonardo da Vinci málaði knúgvarnar undir húðini á ein hátt, sum ongin falsari hevur megnað at eftirlíkna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo