Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Útlendis ítróttur

Spæliglaður Leicester-fjeppi satsaði 50 krónur upp á Leicester áðrenn sesongin byrjaði, og hevur nú fingið pengarnar 1000 ferðir aftur, skrivar TV2.

Ladbrokes váttar í dag, at ein kundi við twitter-konto @WillKirwaan_ s satsaði 5 pund upp á at Leicester fór at gerast topplið við jóltíðir í vónini um at fáa pengarnar 1000 ferðir aftur.

@WillKirwaan_s fekk ynski og vón sína uppfylta, tá Leicester vann 3-2 í einum truplum útidysti móti Everton og hevur nú 38 stig eftir 17 dystir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo