List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

FC Barcelona er nú komið ásamt við Liverpool FC um at keypa brasilianska miðvallarleikaran Philippe Coutinho fyri 142 milliónir pund. 

Hetta skriva fleiri enskir miðlar í dag, harímillum The Guardian.

Sambært The Guardian eru Coutinho og FC Barcelona komin ásamt um ein sáttmála, ið er hálvt sætta ár til longdar.

Katalonska liðið væntar, at 25 ára gamli Coutinho, sum hevur sýtt fyri at spæla við Liverpool aftur, verður til staðar, tá felagið seinnapartin í morgin spælir á heimavølli ímóti Levante í La Liga.

Tað hevur leingi verið uppá tal, at Coutinho hevur viljað sloppið til Camp Nou, og nú er so dreymurin hjá honum vorðin veruleiki.

Hann kom til Liverpool í 2012 og spældi tilsamans 201 dyst og skjeyt 54 mál fyri enska stórfelagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo