Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Útlendis ítróttur

Fyrrverandi hollendska fótbóltsstjørnan Clarence Seedorf er útnevndur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Kamerun, boða altjóða miðlar frá í dag.

Við sær sum hjálparvenjara hevur hann Patrick Kluivert, sum eisini skaraði framúr á hollendska fótbóltslandsliðnum, skrivar ESPN.

Kluivert var fyri nøkrum árum síðan hjálparvenjari hjá hollendska landsliðnum - undir Louis Van Gaal.

42 ára gamli Seedord tekur við eftir belgiska Hugo Broos, sum vann African Nations Cup við vesturafrikanska landinum í fjør, men sum tó ikki megnaði at føra landið til HM-endaspælið í Russlandi í summar.

Kamerun skal næsta ár vera vertur fyri Africa Nations Cup, og fáa Seedorf og Kluivert tá høvið at royna at verja óvæntaða sigurin frá í fjør.

Sum skilst vóru teir báðir hollendingarnir ikki fyrsta val at taka yvir eftir Broos. Tað var Sven Gøran Eriksson, fyrrverandi enski og nigeranski landsliðvenjarin, men samráðingarnar við hann bóru ikki á mál, skrivar ESPN.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo