Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Soleiðis sigur orðatakið, men verri var hjá mær. Eg fekk onki gras.

Men hví?

Tí val er í hondum, eg ætlaði at stilla upp, men var ov seinur.

Og nú siti eg sum: Sein kúgv fær onki gras.

Og hevði eg so nakran møguleika?

Jú!

Eg hevði uttan ivað verði fyrst valdur!

Hvussu kann eg siga hetta?

Tí eg hevði eitt stavnhald, soleiðis at øll hesi óveruligu lyftini frá hinum kundu verðið gjøgnumførd!

Vit hoyra í lyftum frá øllum, at "velja tit meg, so skulu tit fáa bæði hetta og hatta"! 

Men hvussu fáa tey tað, tá peningurin av royndum ikki røkkur til?

Og aftaná hvørt val eru veljararnir skuffaðir:

"Vit fingu ikki tað lovaða"!

Mítt vallyfti segði nakað heilt annað.

Ikki hvat eg lovaði, men eg vildi tryggja, at lyftini hjá øllum hinum skuldu gjøgnumførast!

Og í stuttum vildi eg lova, at velja tit meg, so skal eg syrgja fyri, at bæði skattastigin og meirvirðisgjaldið skuldu hækka 10%, so nóg mikið av peningi var at halda lyftini!

Og manglaði enn í við pengum, so løgdu vit nøkur eyka prosent omaná kravið til fiskivinnuna, tí hví skulu tey goyma pening til nýggj skip? 

Eg eri til enn, uttan stórvegis endurnýggjan!

Men tolin sum eg eri, so bíði eg fýra ár til næsta val, men tá komi eg "frygtelig tilbage"!

Eyðun Mohr Viderø
22.08.2019

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo