Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Vágatíðindi

Á samkomu í 07Vestur húsinum í Sørvági í gjárkvøldið 25. november varð seinasta bókin um Sørvágs kommunu, “Sørvágs kommuna 1915 – 2015 fjórða bók”, løgd fram og givin út.

Sune Jacobsen borgarstjóri bjóðaði vælkomin og handaði rithøvundanum, Sonna Jacobsen, eitt blómutyssi.

Sonni greiddi síðan eitt sindur frá um nýggju bókina og síðan fingu tey, sum høvdu hug til tað, sítt eintak av bókina signerað.

Hvørt húski í Sørvágs kommunu fær eitt eintak av bókini ókeypis. Fitt av fólki var komið saman.

Myndir: Magda Guttesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo