Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

FSF: Spenningurin í toppinum í EFFO-deildini heldur sær til seinasta umfar. Spurningurin um, hvør skal avstað við FM-steypinum verður avgjørdur komandi leygardag, og tá klokkan fer at nærkast fýra, er allarhelst greitt, hvør verður føroyameistari 2016.

Størst spenningurin verður uttan iva í dystunum á Argjum, har AB tekur ímóti Víkingi, og í Fuglafirði, har ÍF og KÍ møtast.

Undan seinasta umfari hevur Víkingur 58 stig, meðan klaksvíkingar hava 57 stig.

Dystirnir í 27. umfari eru hesir:
B68 - NSÍ
B36 - TB
Skála - HB
ÍF - KÍ
AB - Víkingur

Allir dystirnir verða floytaðir í gongd klokkan 14:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo