Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Tunnnilsfelagið kunngjørdi fyri stuttum, at Eysturoyartunnilin verður skotin ígjøgnum longu í mai mánaða.

Tað er at gleðast um, at arbeiðið hevur gingið væl, og at tað skjótt verður koyrandi ígjøgnum undirsjóvartunnilin.

Men munandi verri hevur gingið við innkomuvegnum til Havnina.

Í okt. í 2016 skrivaðu Heðin Mortensen og Henrik Old undir avtalu um innkomuveg til Tórshavn.

Ein góð avtala fyri allar partar, har ferðslan verður væl skipað, men vit mugu tíverri ásanna, at her er als einki hent, sjálvt um Landsverk í fleiri førum hevur mælt til at gera hesa verkætlanina.

Vit eru komin har til, at nú fer at vera allar seinasta útkall til at fáa verkætlanina í gongd.

Tí um vit skulu gagnnýta grótið frá undirsjóvartunlinum til vegagerðina, so skal okkurt henda heilt skjótt.

Brúkast skulu uml 100.000 rúmmetrar av gróti til gerð av innkomuvegnum. Og skjótt verður einki grót eftir frá tunnilsgerðini.

Og skal grót fáast aðrastaðni frá, so verður roknað við einum eyka kostnaði upp á uml 15 mill..

Sjálvandi skulu vit gagnnýta grótið til innkomuvegin. Alt annað vildi verið ørsskapur.

So niðurstøðan má tí verða, at nú má og skal okkurt henda. Tað er tí seinasta útkall at seta skjøtul á verkætlanina um innkomuvegin.

Ein loysn, sum heilt sikkurt loysir nógvar ferðslutrupulleikar og verður til stórt gagn fyri nógv.

Lat okkum koma í gong nú. Tórshavnar kommuna er við.

Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd í Tórshavnar býráð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo