Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Onnur tíðindi

Hallgerð og Palli Lamhauge handlaðu í Vestmanna í nærum 55 ár. Nú letur handilin aftur (mynd: privat).

Mikudagin 13. desember fer seinasti gamli bygdahandilin í Vestmanna, Hjá Palla, í søguna. Sama dag sum hann lat upp fyri 55 árum síðani.

Hallgerð og Palli Lamhauge lótu upp handilin 13. desember 1962 og hava trúføst rikið handilin síðani. Um hesa tíðina í fjør legði Palli árarnar inn og eitt ár seinni, ella fyri nøkrum vikum síðani, fór Hallgerð.

Dóttirin Fríðgerð, sum eisini hevur verið virkin í handlinum, sigur, at tey avvarandi nú hava gjørt av at steingja, hóast tað er við sorgblídni.

- Hyllarnar eru farnar at tømast, men hóast tað er nógv eftir enn og vit hava opið sum vanligt. Mikudagin 13 bjóða vit øllum ein drekkamunn, holukøkur, gløgg og annað gott til uppi er, sigur hon.

Tveir aðrir bygdahandlar í Vestmanna hava latið aftur seinastu árini. Samstundis er tó ein nýggjur, stórur Á-handil latin upp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo