Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og Kost- og føðslufelag Føroya stuðla Ljósmøðrafelag Føroya fult og heilt í stríðnum fyri at veita limum sínum betri sømdir í lønar- og sáttmálaviðurskiftum sínum. 

Vit heita á Fíggjarmálaráðið um at taka uppaftur samráðingarnar alt fyri eitt og sýna  samstarvsvilja til at fáa eina nøktandi semju í lag.

Vegna nevndu feløg,
Elin Rasmussen, forkvinna í Bioanlytikarafelagnum
Vigdis Nolsøe, forkvinna í Ergoterapeutfelagnum
Sólfríð Skoradal, forkvinna í Fysioterpeutfelag Føroya
Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum
Elisabeth Akursmørk, forkvinna í Kost- og føðslufelag Føroya 

Eisini Heilsuhjálparafelag Føroya vísur sín stuðul til  Ljósmøðrafelag Føroya, ið er í verkfalli og heitir á semingsmenninir, um at taka samráðingarnar uppaftur.

Mary Antonsdóttir, forkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo