Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

12 ymiskir persónar í Danmark hava fingið bót eftir lógini sum setur forboð fyri at hylja andlitið, vanliga nevnd burkalógin, síðani lógin kom í gildi í august.

Kristeligt Dagblad hevur fingið innlit í tølini frá politinum, sum eisini vísa, at talan er um 20 ymisk mál, men í 8 førum er bert skuldseting reist og fyribils ongin bót skrivað, tí málið verður kannað nærri.

Fakfelagið hjá politistunum segði tá lógin var í umbúna, at hon fór at vera trupul at umsita. 

Thomas Elholm, professari í revsirætti við lærda háskúlan í Keypmannahavn sigur, at hann ikki hevði væntað, at so nógvar bøtur fóru at verða skrivaðar eftir so stuttari tíð.

- Tað vísir, at lógin í øllum førum verður brúkt, og at politiið fær sær royndir sum fara at gera tað lættari í framtíðini, sigur hann.

Framsøgumaðurin í virðisspurningum hjá Danska Fólkaflokkinum, Martin Henriksen, fegnast. 

- Hetta er gott og vísir, at tingini spakuliga førka seg rætta vegin, sigur hann við Kristeligt Dagblad.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo